Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj skal á fund við amerikanska forsetan, Donald Trump í sambandi við ST-aðalfundin í New York hesa vikuna.
Tað skrivar hann á X, tó uttan at siga júst nær teir báðir skulu hittast.
– Vit hava avtalað at hittast í New York, og hesin fundurin kann broyta nógv, skrivar Zelenskyj sambært Ritzau.
Seinastu tíðina hevur arbeitt verið við at fáa gongd aftur á samráðingarnar millum Russland og Ukraina, sum hava verið í kríggj í yvir fýra ár. Í hesum sambandi vitjaðu amerikonsku sendifólkini Steve Witkoff og Jared Kushner í bæði Moskva og Kyiv fyrr í hesum mánaðinum.
Zelenskyj hevur víst á, at Ukraina hevur tørv á fleiri rakettum og loftverjuskipanum, og varð hetta m.a. umrøtt á fundinum við amerikanarar í Kyiv.
Á X takkar ukrainski forsetin eisini Trump fyri vitjanina hjá amerikanarunum, og sigur hann seg vera "til reiðar at taka týðandi stig".
Fyrr í hesum mánaðinum boðaði Zelenskyj frá, at hann vónaði at hitta Trump skjótt, og eisini ynskir hann at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin í sambandi við komandi G20-toppfundin, sum verður í amerikanska býnum Miami í desember. Tað er tó ikki greitt, um Putin fer at luttaka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald