Tað var amerikanski forsetin, Donald Trump, sum var fyrstur at kunngera, at avtala varð gjørd millum USA, Grønland og Danmark, og hetta má vera eitt tekin um, at hann er nøgdur við avtaluna, sigur danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen.
Danski uttanríkismálaráðharrin er farin til New York í sambandi við ST-aðalfundin, og hann sigur sambært Ritzau, at hann sjálvur er nøgdur við avtaluna um Grønland.
– Við tí fyritreyt, at vit hava eina avtalu, og tað vita vit fyrst, tá hon er undirskrivað, so verði eg sjálvandi væl nøgdur við tað, sigur hann sambært Ritzau.
Avtalan væntast at verða undirskrivað í New York týsdagin av danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, amerikanska forsetanum, Donald Trump og grønlendska landsstýrisformanninum Jens-Frederik Nielsen.
Les eisini: – Eg havi gott samband við Trump
Lítið fæst at vita um innihaldið í avtaluni, men amerikanski forsetin hevur m.a. sagt, at avtalan gevur USA varandi eftirlit við trygd og øðrum, sum er neyðugt í Grønlandi, og at avtalan ikki er tíðaravmarkað.
Hóttanirnar frá Trump um at yvirtaka Grønland hava sett sín dám á Grønland, og danski uttanríkismálaráðharrin fegnast serliga um, at grønlendingar nú kunnu fáa frið frá hesum.
– Tað, haldi eg, er næstan tað, sum er mest umráðandi, also burtsæð frá innihaldinum, sum vit kunnu venda aftur til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald