Amerikansku miðlarnir CNN, MS NOW og Politico boða í felags tíðindaskrivi frá, at teir ætla at stevna Trump-umsitingina, eftir at teir eru útihýstir úr Hvítu Húsunum.
Miðlarnir skriva, at teir stevna "fyri at verja okkara rættindi samsvarandi við fyrsta grundlógarískoytinum".
Lagt verður afturat, at eitt endamál við stevningini eisini er at verja meginregluna um, at stjórnin ikki skal avgera, hvat miðlarnir geva út.
Amerikanski forsetin boðaði herfyri frá, at hann fór at nokta áðurnevndu miðlunum atgongd til Hvítu Húsini, tí tey, sambært honum, áhaldandi geva út falstíðindi.
CNN, MS NOW og Politico siga, at akkrediteringin hjá tíðindafólkum teirra er tikin aftur uttan ávaring.
Les eisini: Fleiri miðlar útihýstir av Trump
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald