Innanlands

Nordea grunnurin letur knapt 40 milliónir til Ítróttaskúlan

Nú vantast bert fíggingin frá landinum, so kann skúlabygningurin gerast veruleiki. Landskassin letur vanliga somu upphædd, sum skúlin sjálvur hevur skaffað í fígging.

MAP Arkitektar áttu uppskotið, sum vann arkitektakappingina til nýggja ítróttaskúlan

MAP Arkitektar áttu uppskotið, sum vann arkitektakappingina til nýggja ítróttaskúlan

2026-09-21 15:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stýrið fyri Ítróttaháskúlan í Vági fekk í dag boðini um, at fíggingin til byggingina av nýggjum skúla er nú er við at koma upp á pláss. Tað er danski Nordea Grunnurin, sum í dag játtaði, at hann verður við til at fíggja byggingina. Talan er um 39,8 milliónir krónur frá Nordea grunninum.

Nú vantast bert fíggingin frá landinum, so kann skúlabygningurin gerast veruleiki. Landið letur vanliga somu upphædd, sum skúlin sjálvur hevur skaffað í fígging.

Fyrr í ár varð kunngjørt, at MAP Arkitektar vunnu kappingina um nýggja skúlabygningin hjá Ítróttaskúlanum.

Umframt Noredea Grunnin, hevur Fólkatingið latið 5 milliónir krónur í stuðuli, og Vágs kommuna hevur latið økið sum stuðul.

Vágs Kommuna fegnast á heimasíðuni um, at verkætlanin nú er komin so mikið langt, at skjótt kann farast undir byggingina.

- Hetta hevur stóran týdning fyri Vág og fyri økið rundan um skúlan. Ítróttaháskúlin verður ein stórur møguleiki fyri Suðuroynna, men eisini fyri Vág, og eg eri sannførdur um, at vágbingar fara at fáa stórt gagn og gleði av skúlanum, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.

Nýggi skúlabygningurin til Ítróttaháskúlan skal byggjast á Løðhamri, har Vágs Kommuna hevur latið grundstykki til verkætlanina. Økið gevur skúlanum góðar karmar og er samstundis eitt gott útgangsstøði fyri ítróttarvirksemi og øðrum virksemi, sum verður knýtt at skúlanum.

Ítróttaháskúlin í Suðuroy varð stovnaður í 2016, og hevur sostatt í ár 10 ár á baki. Við nýggja bygninginum verður nú eitt stórt stig tikið í menningini av Ítróttaháskúlanum og ítróttarumhvørvinum í Suðuroy.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder