Mentan

'Ró' á donskum, grønlendskum og føroyskum

Stanley Samuelsen gevur í dag út nýggja innspæling av Ró hjá Martini Joensen. Gestasangarar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi eru við.

Rasmus Lyberth og Stanley Samuelsen

Rasmus Lyberth og Stanley Samuelsen

2026-09-21 16:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sangurin „Ró”, sum Martin Joensen skrivaði í 1983 og sum kom út á plátu hjá Vestmonnum um sama mundið, er í dag komin út í nýggjari talgildari útgávu.

Tað er Stanley Samuelsen, sum hevur gjørt eina útgávu av sanginum, har hann syngur saman við øðrum sangarum, sum framføra sangin á grønlendskum, donskum og føroyskum.

Gestasangararnir eru Rasmus Lyberth úr Grønlandi, Ivan Pedersen úr Danmark og Guðrun Sólja Jacobsen og Astrid Samuelsen, dóttir Stanley, sum syngja føroyska partin.

Ró er komin út í dag talgilt sum staklag, men hann er eisini at finna á vinyl LP-útgávuni av 'Sólskin'. 'Sólskin' kom sum út sum fløga í fjør, og er nýliga eisini komin sum vinyl-LP, við hesum sanginum sum eitt slag av bonus.

Jóhannus á Rógvu hevur framleitt tónleikin og spælir eisini bass. Aðrir tónleikarar eru Kim Hansen, ljómborð, Sigurd Kehlet, guitar og Tórður Dam Jacobsen, trummur. Kirsten Brix saman við Ivan Pedersen stendur fyri týðingini til danskt, og Kaaleeraq Møller Andersen saman við Rasmus Lyberth til grønlendskt.

Danskt/føroyskt/grønlendski teksturin til Ró sæst her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder