Uttanlands

USA hevur ætlanir um tvær herstøðir í Grønlandi

Nógv umrødda, men ókenda, trygdaravtalan millum USA, Grønland og Danmark, verður undirskrivað seinnapartin í dag, okkara tíð.

Umboð fyri grønlendska landsstýrið og donsku stjórnina sótu á fyrireikandi fundi í íbúðini hjá danska aðalkonsulinum á Manhattan í New York í gjár (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Umboð fyri grønlendska landsstýrið og donsku stjórnina sótu á fyrireikandi fundi í íbúðini hjá danska aðalkonsulinum á Manhattan í New York í gjár (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

2026-09-22 06:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA hevur ætlanir um at byggja upp tvær nýggjar hernaðarstøðir í Grønlandi, sambært avtaluni millum USA, Danmark og Grønland, sum eftir ætlan verður undirskrivað í New York seinnapartin í dag.

Tað skriva Danmarks Radio og Jyllands-Posten. Altjóða tíðindastovan, Reuters, ber eisini hesi tíðindini, bygt upp á útsøgnir frá trimum persónum við kunnleika um trygdaravtaluna, men sum vilja vera ónevndir.

Smálutirnir í avtaluni eru ikki kendir í almenninginum enn, og einki fæst at vita um avtaluna fyrr enn eftir at hon er undirskrivað í dag, vísir Reuters á.

Hvítu húsini hava váttað, at Donald Trump, forseti, klokkan 10.40 í dag, lokala tíð, luttekur í einum undirskrivingarhátíðarhaldi saman við danska statsministaranum og grønlendska landsstýrisformanninum.

Vangin, ið kallast “White House Press Pool Reports” á X hevur eisini vátta hesum. Danska forsætismálaráðið upplýsti í gjár, at undirskrivingin skuldi fara fram klokkan 10.30, lokala tíð.

Hátíðarhaldið verður í ST-bygninginum í New York í sambandi við ST-aðalfundin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder