Sunnudagin luttók Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður við uttanríkis- og fiskivinnumálum, á fundi saman við sameindu arktisku uttanríkisráðharrunum úr USA, Kanada, Noregi, Íslandi, Svøríki, Danmark, Grønlandi og Finnlandi.
USA var vertur fyri fundinum, sum varð hildin í New York.
Á fundinum vórðu trygdar- og verjupolitiskar NATO-raðfestingar á norðurleiðum umrøddar, skrivar Uttanríkis- og fiskivinnuráðið.
Bárður á Steig Nielsen vísti á, at við okkara strategisku staðseting fylgir ein ábyrgd at vera við til at styrkja okkara felags trygd. Tí virka Føroyar fyri og taka lut í átøkum, sum stuðla undir raðfestingum hjá NATO um okkara leiðir.
(Mynd: ufmr.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald