Løgreglan var í gjár í Runavík fyri at kanna skutarar og prutl. Staðfest er, at ávísir trupulleikar eru av prutlum har í økinum, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Ferðsluløgreglan støðgaði trimum prutlum, sum øll vístu seg av vera ‚bygnaðarliga brott’ til at koyra skjótari enn loyvt er. Førararnir av prutlunum verða nú skuldsettir fyri at hava brotið ferðslulógina.
Ein av teimum trimum fær eisini eina skuldseting fyri at koyra uttan førararætt til prutl.
Í Suðuroy støðgaði løgreglan í gjár einum bili har bilførarin nú verður skuldsettur fyri bæði at hava koyrt í frákenningartíðini og fyri at vera ávirkaður av rúsdrekka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald