Innanlands

Tvey ferðsluóhapp

Bilur rendi upp í ein annan á Velbastaðhálsi, og í Havn gloymdi ein bilførari at halda av, møguliga orsaka av manglandi koyrikorti.

2026-09-22 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ongin mansskaði hendi tá eitt ferðsluóhapp var á Velbastaðhálsi í gjár. Ein bilur, sum bremsaði upp av onkrari orsøk, var árendur aftanífrá av einum øðrum bili, sum ikki náddi at bremsa.

Talan var einans um materiellan skaða, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Seinni á degnum hendi eitt ferðsluóhapp í Havn – eitt sokallaða víkipliktsóhapp. Viðkomandi, sum ikki helt víkiskylduna, og varð árendur av einum øðrum bili, hevði ikki koyrikort, vísti tað seg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder