Seinasta hond skal nú leggjast á arbeiðið við at dagføra MES-støðirnar umborð á Smyrli.
Í hesum sambandi verða, eins og seinasta mikudag, broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli í morgin
Strandferðslan boðar á heimasíðu sínari frá, at hesar fráferðirnar ikki verða sigldar í morgin, 23. september: av Havnini kl. 08:45 og av Krambatanga kl. 11.30.
Hetta eru annars vanligir túrar mikudagin, men í hesum førum verða bert fýra túrar silgdir.
Í sambandi við arbeiðið við MES-støðunum umborð á Smyrli seinastu tvær vikurnar, hevur ferðafólkatalið hjá Smyrli verið avmarkað til 500.
Frá hósdegnum verður tað eftir ætlan sum vanligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald