Innanlands

Unga Tjóðveldið fingið nýggja nevnd

Sjúrður Elias Heinason Eysturoy er nýggjur formaður í ungmannafelagnum hjá Tjóðveldi hevði eykaaðalfund 9. september.

(Mynd: Unga Tjóðveldið)

(Mynd: Unga Tjóðveldið)

2026-09-23 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

9. september hevði Unga Toðveldið eykaaðalfund, har nýggj nevnd og formaður vórðu vald.

Sjúrður Elias Heinason Eysturoy er nýggjur formaður, boðar ungammanfelagið hjá Tjóðveldi frá.

– Í hesum sambandi vilja vit eisini takka Jóhannisi Erlendssyni fyri sítt góða arbeiði sum formaður í Unga Tjóðveldinum og ynskja Sjúrði Eliasi Heinasyni Eysturoy blíðan byr.

Í nevndini eru:

  • Sjúrður Elias Heinason Eysturoy, formaður
  • Ásgerð Stenberg Olsen, næstforkvinna
  • Tummas Árni Dam Christophersen, kassameistari
  • Gunna Johannesen, skrivari
  • Jóhannis Erlendsson, altjóða umboð
  • Ria Bech Joensen, nevndarlimur
  • Janus Bech Joensen, nevndarlimur
  • Jónas McBirnie, nevndarlimur
  • Luna Klein Joensen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru Marta Djurhuus og Tóra Tróndardóttir Bærentsen.

– Vit fegnast um at hava eina fjølbroytta nevnd við umboðum úr meginpartinum av landinum, og við javnstøðu. Vit eru klár til miðvíst at arbeiða fyri, at Tjóðveldi hevur unga umboðan, og at ung tjóðveldisfólk hava ein sterkan felagsskap, har tey kunnu menna sínar politisku hugsjónir í, skriva Unga Tjóðveldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder