Uttanlands

– Nýggja avtalan fer at styrkja okkara felags trygd

Tað sigur Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte um avtaluna, sum varð undirskrivað millum Danmark, Grønland og USA týsdagin.

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen og Nato-aðalskrivarin Mark Rutte á ES-fundi í Keypmannahavn í fjør (Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix)

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen og Nato-aðalskrivarin Mark Rutte á ES-fundi í Keypmannahavn í fjør (Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix)

2026-09-23 07:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggja avtalan millum Danmark, Grønland og USA fer at styrkja felags trygdina, sigur Mark Rutte, aðalskrivari í verjusamgonguni Nato.

– Hendan avtalan styrkir - saman við vaksandi leiklutinum hjá Nato í mun til at tryggja hetta týdningarmikla øki - okkara felags trygd og stuðlar undir einari tryggari og meira støðufesta framtíð fyri okkum øll, skrivar Rutte á X.

– Vit kenna tær hóttanirnar, vit standa yvirfyri, og størri trygd í Arktis og Norðuratlantshavi er alneyðug fyri bæði Evropa og Norðuramerika.

ES-forsetin, António Costa fegnast eisini um avtaluna.

– Tað er eitt jaligt stig fyri samstarv tvørturum atlantshavið og trygdina í Arktis, sum byggir á virðing fyri sjálvavgerðarrætti og rættin hjá grønlendska fólkinum at taka egnar avgerðir, skrivar hann á X.

Tað var seinnapartin í gjár, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen og amerikanski forsetin, Donald Trump skrivaðu undir avtaluna á hátíðarhaldi í New York í sambandi við ST-aðalfundin, sum er í hesum døgum.

Les eisini: Latið er upp fyri størri trygd - men eisini møguleikanum fyri størri grønlendskum sjálvsræði

Les eisini: Her kann søguliga avtalan millum Danmark, Grønland og USA lesast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder