ST-lond mugu standa saman um at halda trýstinum á Iran, sum USA hevur verið í kríggj við síðan februar.
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump m.a., tá hann helt røðu á ST-aðalfundinum í New York í gjár.
Eisini segði Trump, at hann roknar við at kunna gera eina avtalu við Iran eftir miðskeiðsvalið í USA, sum verður 3. november, har umboð skulu veljast í Senatið og Kongressina.
– Eg haldi, at vit fara at gera eina avtalu beint eftir valið, tí tað gevur ikki meining hjá teimum ikki at gera tað. Tey bíða fyri at síggja, hvussu eg klára meg í miðskeiðsvalinum, sigur hann sambært Ritzau.
Trump legði afturat, at hann ongantíð fer at loyva Iran at hava kjarnorkuvápn, og kann hann oyða Iran, um landið ikki ger eina avtalu við USA.
– Eg skal taka eina stóra avgerð. Verður ein avtala gjørd við Iran, sum loyvir teimum at byggja upp aftur og skapa eitt nógv betri land, enn tað nakrantíð hevur verið fyrr? Ella leggi eg Islamiska Lýðveldið í oyði so skjótt, at tey ongantíð aftur fáa møguleika at drepa og oyðileggja menniskju og lond aftur?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald