Mentan

Bók um Dianu prinsessu ovast á bestseljaralistanum hjá Amazon

Bókin "Swan Song: Diana, My Sister", sum kom út týsdagin, er skrivað av Charles Spncer, sum er beiggi Dianu prinsessu.

(Mynd: Jack Taylor/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Jack Taylor/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-09-23 18:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bókin "Swan Song: Diana, My Sister", sum inniheldur endurminningarnar hjá Charles Spencer, beiggi Dianu prinsessu, streyk beinanvegin til tops á bestseljaralistanum hjá Amazon, eftir at hon kom út týsdagin.

Tað er forlagið Penguin Random House, sum gevur bókina út, og sambært Reuters hevur forlagið ikki almannakunngjørt nøkur sølutøl enn, ella hvussu nógv eintøk av bókini eru prentað.

Tað var í august, at Charles Spencer boðaði frá, at hann hevði skrivað endurminningar um systir sína.

- Endamálið við bókini er at greiða frá sannleikanum um Dianu frá mínum perspektivi sum beiggi hennara, eins og eg royndi at gera tað, tá eg talaði til jarðarferð hennara, segði hann.

Orsøkin til útgávuna er, segði hann, at hann fær eina rúgvu av fyrispurningum um samrøður um systir sína.

– Tað hevur sannført meg um at skriva niður mínar egnu tankar og minnir í staðin fyri at hava óbhega av enn einaferð at lesa meiningar hjá øðrum, harav nógvar byggja á ósannindi, sum eru góðtiknar við tíðini.

Diana prinsessa doyði eftir eina ferðsluvanlukku í franska høvuðsstaðnum París 31. august í 1997, 36 ára gomul.

Diana og táverandi Charles prinsur fóru hvør til sítt í 1992 og blivu skild í 1996. Árið eftir, 31. august í 1997 doyði Diana prinsessa av løstum sínum eftir eina ferðsluvanlukku í franska høvuðsstaðnum París. Hon gjørdist 36 ár.

Í bókini heldur Charles Spencer uppá, at táverandi Charles prinsur eftir deyða Dianu skal hava sagt "Tað tað heilt róligt. Vit skulu nokk gloyma hana við tíðini".

Hetta skal núverandi bretski kongurin hava sagt, tá Charles Spencer helt fast við, at Diana prinsessa ikki hevði ynskt, at synir hennara, William prinsur og Harry prinsur, sum tá vóru ávikavist 15 og 12 ára gamlir, skuldu ganga aftanfyri kistu hennara undir jarðarferðini.

Hesum hevur bretska kongshúsið víst aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder