Uttanlands

ES leingir revsitiltøk móti Russlandi – men strikar tiltøk móti tveimum russum

Ukrainski forsetin finst at avgerðini hjá ES um at strika revsitiltøk móti ávísum persónum, men ES heldur fram at leggja trýst á Russland, sigur ES-talsfólk.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen hittust á ST-aðalfundinum týsdagin (Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen hittust á ST-aðalfundinum týsdagin (Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-23 15:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ES hevur samtykt at leingja revsitiltøkini móti Russlandi men hevur samstundis strikað revsitiltøkini móti tveimum russiskum ríkmonnum.

Tað er eftir ynski frá Fraklandi, at tiltøkini móti vinnulívsmanninum Alisher Usmanov eru strikað sum liður í einari avtalu um leyslating av fronskum ríkisborgarum, sum hava sitið fongslaðir í Aserbajdsjan sambært Ritzau og Reuters.

Luksemborg hevur eisini lagt trýst á fyri at fáa strikað revsitiltøkini móti russiska ríkmanninum Mikhail Fridman. Orsøkin er, at Fridman hevur stevnt Luksemborg fyri yvir 100 milliardir krónur, eftir at ognir hansara í Luksemborg vórðu innifrystar orsakað av revsitiltøkunum hjá ES.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj finst at avgerðini hjá ES um at strika revsitiltøk móti ávísum persónum. Tað heldur hann vera eitt stig á skeivari leið.

– Í eini tíð, har Russland fremur harðlig álop á fólk okkara – og sjálvt nú undir ST-aðalfundinum eru loftalarmar í gongd í nógvum økjum orsakað av dronum og rakettum – er signalið um at strika revsitiltøk móti ávísum russiskum ríkmonnum sjálvtýnandi og virkar beint ímóti endamálinum, skrivar Zelenskyj m.a. á sosiala miðlinum X, eftir at hann hevur havt fund við Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini á ST-aðalfundinum í New York.

Talsfólk hjá ES-nevndini, Christian Wigand vísir tó á, at onnur revsitiltøk móti Russlandi eru longd, at ES hevur samtykt 21 sonevndar revsipakkar, og umfata revsitiltøkini í løtuni umleið 3.000 fólk og eindir.

– Tað leggur eitt greitt trýst á Russland, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder