Høgur hiti kann sambært forsøgnum elva til, at meira enn 450.000 fólk um allan heim lata lív í tíðarskeiðinum frá nú til februar mánaða.
Hitaøkingin stavar í stóran mun frá veðurfyribrigdinum El Niño, sum væntandi verður serliga sterkt komandi mánaðirnar.
Hetta kemur fram í eini frágreiðing frá granskingareindini Climate Impact Lab á University of Chicago, skrivar Ritzau.
- El Niño skumpar okkum út í framtíðina, og útsetir okkum fyri hita, sum ikki verður vanligur fyrr enn um tvey ára tíggju, og sum vit tí ikki hava havt stundir til at venja okkum við og verja okkum ímóti, skriva høvundarnir handan frágreiðingina.
Tað er serliga á sunnaru jarðarhálvu, nær ekvator, at nógvi hitin fer at elva til fleiri deyðstilburðir hesar komandi mánaðirnar.
Londini, sum verða harðast rakt av høga hitanum frá september til februar eru Nigeria, Indonesia, Sudan, India og Brasil.
Bara í Nigeria fara yvir 31.000 at doyggja orsaka av nógva hitanum, siga framrokningarnar.
Granskararnir leggja dent á, at teirra framrokningar kunnu brúkast til at seta átøk í verk í teimum økjum, ið verða harðast rakt, og kunni harvið forða fyri, at talið á deyðum verður so høgt.
- Henda greining vísir á tey økir, har roknað verður við at flest fara at doyggja orsaka av nógva hitanum, og vísir sostatt á hvar skjót átøk kunnu bjarga lívum, skriva granskararnir.
Hóast framskrivingin bert fevnir um tíðina til og við februar, so vænta granskararnir, at El Niño fer at ávirka heilt fram til komandi summar.
El Niño kemst av høgum sjóhita í Kyrrahavinum við ekvator. Hitin gevur lýggjari luft, meira regn í summum økjum og minni regn í øðrum.
El Niño varir vanliga millum níggju og tólv mánaðir, og kemur fyri við tveimum til sjey ára millumbilum.
Seinasti El Niño var í 2023-2024. Veðurfyribrigdið var við til at gera 2023 til næstheitasta árið nakrantíð og 2024 til tað heitasta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald