2026-09-23 16:10
Eitt slag av ketchup, sum er selt í føroyskum handlum verður nú afturkallað.
Tað er fyritøkan Orkla Foods Danmark A/S, sum afturkallar Bähncke Karry Ketchup.
Orsøkin til afturkallingina er, at vandi er fyri, at mjólkasýrubakteriur eru í vøruni, sum ger at dunkarnir kunnu bólgna, og tað ger vøruna óegnaða til matna, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Talan er um dunkar, sum eru best fyri 3. mars 2027.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald