Innanlands

Faðir og dóttir á býráðsfundi

Hetta er fyrstu ferð í søguni hjá Klaksvíkar býráði, at tvey ættarlið úr somu familju hava sæti í somu setu og á sama býráðsfundi.

Annika Karlsdóttir Ljósstein og Karl Johansen (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Annika Karlsdóttir Ljósstein og Karl Johansen (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2026-09-25 08:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herman R. Samuelsen hevði forfall til býráðsfundin í Klaksvíkar kommunu í gjárkvøldið, og í hansara stað tók dóttir Karl Johansen borgarstjóra, Annika Karlsdóttir Ljósstein, sætið sum eykavald.

Annika fekk 48 persónligar atkvøður á kommunuvalinum í 2024, og var hetta fyrstu ferð at Annika tók sæti í býráðnum.

Hetta er samstundis fyrstu ferð í søguni hjá Klaksvíkar býráði, at tvey ættarlið úr somu familju hava sæti í somu setu og á sama býráðsfundi, skrivar Klaksvíkar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder