Mentan

Vágs kommuna og listin

Ole Wich, sum hevur myndprýtt vág henda seinasta mánaðin, heldur fyrilestur í kvøld

Ole Wich hevur m.a. prýtt Vágsbygd við fleiri smáum

Ole Wich hevur m.a. prýtt Vágsbygd við fleiri smáum "tatoo's" á gongubreytunum (Mynd: Ole Wich á Facebook)

2019-06-12 11:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í mai mánaði var Ole Wich listamakari í Vágs kommunu. Í kvøld, ónskvøldið 12. juni 2019 verður fyrilestur við Ole Wich í Garðslon við heitinum “Hvat kann listin elva til í Vágs kommunu?”

Ole Wich fer á fyrilestrinum m.a. at greiða frá listaverkunum, sum eru gjørd í Vági í tíðarskeiðinum, tá hann hevur verið listamakari hjá Vágs kommunu – og Ole fer eisini at seta listaverkini í ein størri samanhang í mun til søguna og samleikan hjá Vágsbygd.

Dennis Holm, borgarstjóri bjóðar vælkomin – og kommunan bjóðar eisini ein kaffimunn í samband við tiltakið.

Nógvmeira um listaátøkini, sum Ole Wich hevur gjørt, kunnu síggjast á blogginum hjá Ole Wich: Ole Wich – Art – Text – History 

Væntast skal eisini at eitt størri listaverk verður avdúka í kvøld. Tað framgongur á Facebook-vanganum, har Ole Wich hevur lagt myndir út frá verkstaðnum hjá Rock Trawldoors, har teir eru í holt við at saga skurðmyndir í eina tjúkka stóra stálplátu:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder