Tað verður fyri egna rokning, tá USA skal byggja nýggjar herstøðir í Grønlandi, sigur danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen.
– Tað er sjálvandi nakað, sum amerikanarar skulu fíggja, sigur hann við Ritzau, samstundis sum hann ásannar, at nýggja avtalan, sum bleiv undirskrivað i New York týsdagin millum USA, Danmark og Grønland ikki inniheldur nakað um fígging.
Tá amerikanski forsetin, Donald Trump sum tann fyrsti kunngjørdi á Truth Social, at londini høvdu gjørt eina avtalu, segði hann, at avtalan ikki fór at kosta amerikanrum nakað. Hví hann segði tað, er ein spurningur til Trump, sigur Løkke.
Sambært danska uttanríkismálaráðharranum eru viðurskiftini viðvíkjandi nýggju herstøðunum hjá USA enn ikki komin uppá pláss, men tað er eyðsæð, at amerikanarar sjálvir skulu gjalda, tá teir eitt nú skulu gera ábøtur við Pituffik Space Base, sum í dag er einasta amerikanska herstøðin í Grønlandi.
Sambært avtaluni millum Danmark, Grønland og USA, hava amerikanarar fingið loyvi at gera herstøðir í bygdini Narsarsuaq og í Mestersvig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald