Løgreglan hevur framt fleiri handtøkur í sambandi við innbrotið í Á-handlinum við Landavegin í Havn mánanáttina.
Tað upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Hvussu nógvar handtøkur talan er um, verður ikki upplýst, men lagt verður afturat, at onkur er leyslatin aftur, meðan onkur framvegis er í varðhaldi hjá løgregluni.
Innbrotið hendi, sum áður nevnt, náttina til mánadagin millum klokkan 23.20 og fimm um morgunin.
Tjóvarnir eru komnir inn í handilin við m.a. at bróta ein rút, og hava teir brotið eitt pengaskáp upp inni í einum skrivstovuhøli og hava stolið eina rættiliga stóra upphædd av reiðum peningi, segði løgreglan fyrr í vikuni, tá hon sóknaðist eftir vitnum til málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald