Sendifólk í hópatali fóru úr salinum, tá ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu skuldi halda røðu á ST-aðalfundinum í New York hósdagin.
Fleiri róptu eftir honum, meðan ísraelska sendinevndin reisti seg upp og klappaði, skrivar Ritzau.
Í røðu síni byrjaði Netanyahu við at verja kríggið hjá Ísrael og USA móti Iran.
Ísraelski forsætisráðharrin segði, at álopini á Iran, sum byrjaðu 28. februar vóru neyðug.
– Høvdu vit ikki gjørt tað, høvdu vit øll verið deyð, segði hann.
Eisini vísti Netanyahu aftur skuldsetingar um, at Ísrael fremur fólkadráp í Gaza, har Ísrael seinastu árini hevur verið í kríggj móti palestinsku Hamas-rørsluni.
– At leggja Ísrael undir at fremja fólkadráp er størsta lygnin í hesu øld, segði hann.
Sambært Netanyahu hevur Ísrael tikið óteljandi stig fyri at verja sivilfólk, og er tí talan ikki um fólkadráp.
Hann segði, at fólk, sum leggja Ísrael undir at fremja fólkadráp eiga at skammast, og fer Ísrael framhaldandi at verja seg.
– Og vit fara at vinna, tí vit hava ikki annað val.
![]()
Netanyahu heldur røðu (Mynd: Timothy A. Clary/AFP/Ritzau Scanpix)
Bað um viðurkenning av palestinska statinum
Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas helt eisini røðu á ST-aðalfundinum, men hann var tó ikki sjálvur til staðar í New York. Røðan varð tikin upp og víst á aðalfundinum.
Abbas fanst m.a. at USA fyri at nokta honum innferðarloyvi.
Hetta er annað árið á rað, at Abbas hevur fingið noktað innferðarloyvi til USA fyri at luttaka á ST-aðalfundi, ein avgerð, sum sambært Abbas er ólóglig.
Grundgevingin hjá amerikanska uttanríkismálaráðnum er m.a., at palestinskir myndugleikar hava "tikið stig fyri at altjóðagera stríðið millum Ísrael og Palestina", m.a. gjøgnum altjóða dómstólar.
Abbas heitti eisini í røðu síni á ST-londini um at stuðla einari tvístatsloysn í stríðnum millum ísraelar og palestinar, skrivar Reuters.
Umleið 160 lond hava higartil viðurkent Palestina sum stat, segði hann, og heitti á onnur lond um at gera tað sama.
Eisini segði palestinski forsetin, at ætlanin er at hava val í palestinsku økjunum fyri fyrstu ferð í 20 ár. Valið verður eftir ætlan 28. november.
![]()
Mahmoud Abbas heldur røðu (Mynd: Alexi J. Rosenfeld/AFP/Ritzau Scanpix)
Iranski forsetin vísti myndir av deyðum sivilfólkum
Masoud Pezeshkian, forsetin í Iran, eitt land, sum er í beinleiðis kríggj við USA, umframt Ísrael, slapp tó at vera til staðar á aðalfundinum.
Undir røðu síni vísti iranski forsetin m.a. eina mynd av fyrrverandi ovasta leiðaranum í Iran, Ali Khamenei ayatollah, sum varð dripin í ísraelskum og amerikonskum álopum í februar.
Eisini vísti Pezeshkian myndir av 175 sivilfólkum, sum hann segði vórðu dripin í rakettálopum móti einum barnaskúla í Minab og ítróttahøll í Lamerd. Tveir triðingar av teimum, sum sambært forsetanum vórðu dripin tann dagin, vóru børn.
USA hevur víst aftur álopið í Lamerd og sigur seg enn vera í holt við at kanna hendingina í Minab.
– Amerikanski forsetin lýsir okkum sum yvirgangsfólk. Vit hava verið offur fyri yvirgangi, segði Pezeshkian sambært BBC.
Iranski forsetin legði afturat, at ósekir iranar hava verið mál fyri álopum, og at Iran hevur vart seg.
![]()
Pezeshkian vísti m.a. eina mynd av fyrrverandi ovasta leiðaranum í Iran, Ali Khamenei ayatollah undir røðu síni (Mynd: Timothy A. Clary/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald