Í gjár bar so at siga einki til vegna nógvan vind og keðilig ætt. Men nú veðrið frægari, og higartil í dag eru trý flogfør lend í Vágum.
Talan er um tvey rutuflogfør hjá Atlantic Airways og eitt hjá Scat Air.
Síðstnevnda er leiguflogfar, sum fótbóltssambandið í Kasakstan hevur leigað. Hetta í sambandi við landsdystin á Tórsvølli leygardagin klokkan 17. Tá tekur føroyska manslandsliðið ímóti í fyrsta dystinum í Nations League 2026.
Flogfarið skuldi lenda tíðliga í gjárkvøldið, men tað fór ongantíð úr Astana. Hetta tí at man visti, at umstøðurnar ikki vóru til tað í Vágum.
Sí eisini: Ætla at lenda fríggjamorgunin - spæla móti Føroyum leygardagin
Farið var ístaðin úr høvuðsstaðnum í Kasakstan í nátt. Flogtúrurin tók beint yvir seks og ein hálvan tíma.
Seks flogfør afturat lenda eftir ætlan á Vága Floghavn, umframt at fleiri fara avstað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald