Innanlands

Sinnisbati kunnar um nýggja ungdómsráðgeving

Á áltjóða sálarheilsudegnum 10. oktober fer Sinnisbati at almannakunngera navnið, samleikan og heimasíðuna hjá nýggju ungdómsráðgevingini hjá felagsskapinum, og eisini verður høvi at síggja hølini hjá ráðgevingini.

Umboð fyri Sinnisbata vóru fyrr í vikuni á fundi við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, og greiddu frá gongdini í arbeiðinum við nýggju Ungdómsráðgevingini (Mynd: Almanna- og bústaðamálaráðið)

Umboð fyri Sinnisbata vóru fyrr í vikuni á fundi við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, og greiddu frá gongdini í arbeiðinum við nýggju Ungdómsráðgevingini (Mynd: Almanna- og bústaðamálaráðið)

2026-09-26 13:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á áltjóða sálarheilsudegnum 10. oktober fer Sinnisbati at almannakunngera navnið, samleikan og heimasíðuna hjá nýggju ungdómsráðgevingini hjá felagsskapinum.

Umboð fyri Sinnisbata vóru fyrr í vikuni á fundi við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, og greiddu frá gongdini í arbeiðinum við nýggju Ungdómsráðgevingini.

Endamálið við nýggju ungdómsráðgevingini at skapa eitt lággáttartilboð, har ung kunnu venda sær og fáa ókeypis kunning, ráðgeving og stuðul. Almanna- og bústaðamálaráðið stuðlar fyrireikandi arbeiðinum við 500.000 krónum á fíggjarlógini fyri 2026.

Nú er leiðari settur, høli eru funnin, samstarv er skipað við fleiri myndugleikar, fakfólk og hjálparfelagsskapir, og ungdómsráðgevingin verður latin upp stigvíst.

Margit Stórá sigur, at hon heldur tað vera umráðandi, at ung hava eitt trygt og lætt atkomiligt stað at venda sær, tá ið tey hava tørv á ráðgeving ella onkrum at tosa við.

– Tað er gleðiligt at hoyra, at arbeiðið er komið so væl áleiðis, og eg síggi fram til, at nýggja ungdómsráðgevingin verður tikin í nýtslu, sigur landsstýriskvinnan sambært heimasíðuni hjá Almanna- og bústaðamálaráðnum.

Sálarheilsudagurin verður hildin í Finsen, og tað er eisini har, at ungdómsráðgevingin fer at halda til.

Eftir tiltakið, har Margit Stórá eisini fer at handa ársins sálarheilsuvirðisløn, verður opið hús í nýggju hølunum, har Ungdómsráðgevingin hjá Sinnisbata fer at halda til.

Møguleiki verður at síggja nýggju hølini, hitta leiðaran og fáa innlit í komandi tilboðið, skrivar Sinnisbati.

Á tiltakinum, sum byrjar 10. oktober klokkan 15, fer Anna Lovisa Mýri at spæla nøkur løg, og á skránni verður m.a. eisini framløga við Evu Rós Ólafsdóttir, stjóra í Bergið-Headspace í Íslandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder