Býráðið í Runavíkar kommunu avgjørdi á fundi hóskvøldið í vikuni at seta Artur Johansen sum fíggjarleiðara í kommununi.
Súni S. Kristiansen, ið hevur verið fíggjarleiðari í á leið tjúgu ár, fylti sjeyti ár fyri kortum, og ynskti á tí mótinum at fara frá fyri aldur.
Artur er helst best kendur sum kommunalpolitikari í almenna rúminum. Hann var borgarstjóri í Sjóvar kommunu í 16 ár fram til seinasta val. Hann situr framvegis í bygdaráðnum í Sjóvar kommunu sum varaborgarstjóri.
Eftir hægri handilsskúlaprógv fór í starv hjá Sorinskrivaranum, haðani hann fekk lærubræv í 1995, og hevur síðan tikið HD-Rokniskap 1. & 2. part frá Handilsskúlanum í Marknagili umvegis Århus School of Business í 2004 og 2006.
Umframt at hava arbeitt hjá Sorinskrivaranum og Sjóvinnustýrinum sum málsviðgeri, hevur Artur Johansen virkað sum grannskoðari hjá KPMG (SPEKT) og sum fíggjarleiðari hjá Zacharias Leitisstein.
Artur Johansen er 56 ára gamal. Hann býr í heimbygdini Strondum saman við konuni Marjun, og tey hava fimm børn. Í yngri árum var Artur kendur hondbóltsspælari á besta mansliðnum hjá StÍF og á landsliðnum, og hann hevur eisini fingist við tónleik og jarðarbrúk.
Artur byrjar í starvinum í næstum, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu.
Artur Johansen sigur við Portalin, at hann enn ikki hevur tikið støðu til, um hann verður sitandi í kommunustýrinum í Sjóvar kommunu, nú hann skal byrja í leiðandi starvi í grannakommununi.
- Vit hava ikki viðgjørt handan spurningin enn, hvørki í Runavíkar kommunu ella í Sjóvar kommunu, men tað fara vit at gera, sigur Artur Johansen í stuttari viðmerking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald