Í august var arbeiðsloysið í Føroyum 0,9 prosent, sum er 0,1 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.
Í august vóru 336 persónar raktir av arbeiðsloysi – 38 færri enn í sama mánað árið fyri. Í august var talið á fulltíðararbeiðsleysum 276 – 34 førri enn í august í fjør.
125 kvinnur vóru raktar av arbeiðsloysi í august. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 102, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent.
Sambært Hagstovuni er hetta 0,1 prosentstig lægri enn sama mánað árið fyri.
Av monnum vóru 211 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 174, sum svarar til 1,1 prosent. Hetta er ein minking á 0,1 prosentstig samanborið við sama mánað árið fyri sambært Hagstovuni.
Í august var arbeiðsloysið minst í Norðoya og Sandoyar økjum við 0,6 prosentum. Í Suðuroyar øki var arbeiðsloysið størst við 1,9 prosentum, sum er 0,3 prosentstig lægri samanborið við august í fjør.
Í august vóru 39 persónar – ella gott og væl 12 prosent av teimum arbeiðsleysu – langtíðararbeiðsleys. Hetta merkir, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald