Innanlands

Nýtilnevndir professarar á vitjan

Hjalmar P.  Petersen og Magni Mohr vóru á vitjan hjá landsstýriskvinnuni í Skúlamálum

Mynd: Mentamálaráðið

Mynd: Mentamálaráðið

2019-06-12 13:06 Author image
Ari av Rana

Hjalmar P.  Petersen á Føroyamálsdeildini og Magna Mohr í gjár á vitjan á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á vitjan í Mentamálaráðnum.

Teir báðir eru nýtilnevndir professarar á Fróðskaparsetri Føroya, og Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevði tí bjóða teimum á vitjan.

Landsstýriskvinnan ynskti teimum til lukku og skifta orð um vísindaøkini, sum teir varða av á Setrinum. Tosað varð um støðuna innan vísindaøkini, og hvørjir menningarmøguleikar eru, skrivar Mentamálaráðið á heimasíðuni.

placeholder
placeholder