Innanlands

Charlotte vann snarrøðukappingina

Charlotte Géraldine Amannt, sum er ph.d.-lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, vann seinnapartin í gjár snarrøðukappingina á ársins Vísindavøku.

Charlotte Géraldine Amannt fær vinning frá Dagmar Joensen-Næs fyri bestu snarrøðuna

Charlotte Géraldine Amannt fær vinning frá Dagmar Joensen-Næs fyri bestu snarrøðuna

2026-09-26 09:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Ikki er tað lætt at miðla áralanga gransking upp á hálvan triðja minutt!

M.a. soleiðis innleiddi Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, tá snarrøðukapping var millum ungar granskarar á ársins Vísindavøku í Kongshøll.

Kappingin snýr seg um, at granskarar fáa 150 minuttir til at greiða væl frá sínari gransking. Síðani viðgjørdi dómsnevndin, hvør skuldi vinna kappingina, og hana vann Charlotte Géraldine Amannt, sum er ph.d.-lesandi á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.

"Ein ósjónlig hóttan" var heitið á framløguni hjá Charlotte, sum granskar í eiturevnum frá algum í sjónum.

Fróðskaparsetur Føroya


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder