2026-09-26 14:00
Leygardagin 26. september Kl.18. savnast sjómanskvinnuringarnir í Suðuroy í Missiónshúsinum í Porkeri.
Trúboðararnir Torleif Johannesen og Jógvan Højgaard luttaka.
Torleif talar og greiðir frá arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini. Innsavnan verður til Sjómansmissiónina. Allar kvinnur eru vælkomnar.
Sunnudagin. 27. september Kl.18. verður sjómansmøti við Torleifi Johannesen.
Greitt verður frá sjólívinum við orðum og myndum.
Streingjakórið í Porkeri syngur, og drekka verður aftaná.
Kirkjuliga Heimamissiónin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald