Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi fekk ein bilførari klipp í koyrikortið, og tveir fingu treytaða frádøming.
Við skúlan á Toftum varð ein bilførari tikin fyri at koyra við einum barni undir 15 ár, sum ikki sat íbundið. Tað gevur eitt klipp.
Hinir báðir bilførararnir vórðu tiknir á Velbastaðvegnum í Havn, har mest loyvda ferðin er niðursett til 60 kilometrar um tíman.
Teir koyrdu ávikavist 82 og 98 kilometrar um tíman, og tað gevur í báðum førum eina treytað frádøming, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald