Innanlands

Tað er nakað heilt serligt

Soleiðis sigur Lý Høgnadóttir Mohr um lestrargonguna, sum á hvørjum ári savnar føroysk lesandi til eina risa "Pubcrawl", við einari stórari veitslu omaná.

(Mynd: Tormóður Petursson Djurhuus)

(Mynd: Tormóður Petursson Djurhuus)

2026-09-26 18:07 Author image
Tormóður P. Djurhuus
placeholder

Føroyingar búsitandi í Føroyum, Danmark, Svøríki, Týsklandi og Pólandi - og óiva eisini aðrastaðni -  savnast í dag í Keypmannahavn, til árligu lestrargonguna. Lestrargongan varð á fyrsta sinni hildin í 2016, men var undirtøkan fyrstu árini væl minni, enn hon er í dag. Pumpuhúsið, sum hevur pláss fyri 600 fólkum, hevur verið karmur um dagin síðan 2022. Fyrstu tvey árini var Føroyahúsið karmur um dagin, meðan Søpavillonen, Kødbyen og Volume øll hava verið karmur eitt ár hvør.

Tað tóktist, sum at lestrargongan hevði funnið sín heimavøll í Pumpuhúsinum, men hóast, at Pumpuhúsið hevur eydnast sera væl sum karmur um dagin, so er tíðin búgvin at flyta í størri hølir, metir Bogi J. Petersen, sum er ein av fyriskiparunum.

[object Object]Bogi J. Petersen, ein av fyriskiparunum av lestrargonguni (Mynd: Tormóður Petursson Djurhuus)

- Tað er trupult at meta um, men vit selja øll atgongumerkini uppá ein hálvan tíma, og so enntá meðan nógv liggja við timburmonnum, fríggjamorgun undir Summarfestivalinum, sigur Bogi, sum leggur afturat, at millum 800 og 1000 atgongumerki nokk høvdu kunna metta tørvinum.

Fjøldin verður deild upp í bólkar, sum ganga frá barr til barr í nakrar tímar. Tveir bólkar hittast á hvørjari barr, eru har saman í ein tíma, og fara bólkarnir síðani hvør sín veg, víðari til næstu barrina, har tey hitta ein nýggjan bólk.

Tá ið gongan er liðug, verða dyrnar í Pumpuhúsinum latnar upp, og fara føroysku ungfólkini at hugna sær, afturvið føroyskum tónleika-innsløgum, umgird av sínum landsfeløgum.

[object Object](Mynd: Tormóður Petursson Djurhuus)

[object Object](Mynd: Tormóður Petursson Djurhuus)

Dagurin bjóðar eitt sindur av hvørjum, og er tað ymiskt hvat fólk gleða seg mest til. Meðan Agnar Petersen, búsitandi í Aarhus, gleðir seg mest til sjálva gonguna, so gleðir Lý H. Mohr seg mest til at hoyra Kular Røtur, sum trína á pall í Pumpuhúsinum.

Portalurin var framvið, tá ið fjøldin savnaðist í Pumpuhúsinum, og kunnu myndir harfrá, síggjast her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder