Innanlands

Áhugin fyri Føroyum stórur á Edu-Arctic ráðstevnu í París

Í døgunum 23. og 24. mai var ráðstevna í París um Edu-Arctic verkætlanina, sum Jarðfeingi hevur verið partur av

Mynd: Skúlablaðið

Mynd: Skúlablaðið

2019-06-12 14:45 Author image
Ari av Rana

Endamálið við Edu-Arctic er at skapa áhuga fyri sonevndu STEM lærugreinunum (Science, Technology, Engineering, Math) gjøgnum undirvísing um Arktis. Hetta hevur verið skipað við online undirvísing, har næmingar hava fingið høvi at seta granskarum spurningar, kappingum o.ø.. Verkætlanin er fíggjað av Horizon 2020.

Edu-Arctic er hepnast sera væl. 1300 lærarar úr 60 ymsum londum hava tikið lut, og hetta er meira enn tvífalt tí, sum upprunaliga var málið. Fíggingin av verkætlanini er til í summar. Umboðini fyri verkætlanina vóna, at tað fer at bera til at halda áfram. Í verandi støðu er tó óvist, um tað fer at eydnast at finna aðra fígging.

Endamálið við ráðstevnuni var fyrst og fremst at draga samanum, hvat er komið burturúr verkætlanini. Á skránni vóru tó eisini onnur, sum umrøddu arktisk viðurskifti meira breitt m.o. Segoléne Royal, sendikvinna fyri Arktis í Fraklandi og Harri Maki-Reinikka, finskur sendiharri fyri norðurøkini. Eisini helt Terry V. Callaghan fyrilestur. Hann var millum teirra í IPCC, sum fingu Nobel heiðursløn í 2007. Tað var sera áhugavert at hoyra hann greiða frá sínum drúgvu royndum, og ikki minst langa samstarvi við russiskar granskingarstovnar. Terry V. Callaghan segði m.a. at hann ikki longur trýr upp á, at tað fer at bera til at steðga veðurlagsbroytingunum, og tí eigur munandi størri dentur at vera lagdur á fyrireikingarnar í mun til tær stóru broytingarnar, sum fara at koma.  

Føroyar vóru sera sjónligar á ráðstevnuni og væl umboðaðar við Lis Mortensen, Barbaru Biskopstø Hansen og Gunnleyg Ihlen frá Jarðfeingi. Eisini vóru tríggir lærarar av Glasir við, Sigurd Nordendal, Eir í Ólavsstovu og Annika Nielsen umframt Niklas Fríðriksson Joensen, lærari á Eysturskúlanum, og Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge, næmingur á Eysturskúlanum.

Yngva hevði luttikið í eini kapping við sínum hugskoti um eina app við spurningum um Arktis (fyribils bert til Android). Hon vann ikki kappingina, men tey frá Edu-Arctic hildu hugskotið vera so mikið gott, at tey hava valt at framleiða app´ina. Yngva og Niklas hildu eina framløgu um hugskotið, og starvsfólk hjá Edu-Arctic sýndu app´ina fram. Eisini hildu ein lærari og ein næmingur úr Grikkalandi eina langa framløgu um ferðina hjá teimum til Føroyar í fjør, sum var skipað fyri nøkrum av vinnarunum av einari kapping í fjør. Ein annar bólkur kemur til Føroyar nú í summar.

Í heila tikið var áhugin fyri Føroyum stórur. Fleiri nevndu Føroyar og serliga samstarvi við Jarðfeingi í sínum røðum og fleiri luttakarar nýttu høvið at spyrja nærri um føroysk viðurskifti, skrivar heimasíðan hjá Skúlablaðnum.

Elin Mortensen, sendikvinna á føroysku Sendistovuni í Brussel, var við fyrsta dagin á ráðstevnuni, har hon helt røðu.

placeholder
placeholder