Uttanlands

– Evropa forðar fyri friðarsamráðingunum

Tað segði russiski uttanríkismálaráðharrin í røðu síni á ST-aðalfundinum í New York leygardagin.

Russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov helt røðu á ST-aðalfundinum leygardagin (Mynd: Charly Triballeau/AFP/Ritzau Scanpix)

Russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov helt røðu á ST-aðalfundinum leygardagin (Mynd: Charly Triballeau/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-27 11:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Evropa forðar fyri friðarsamráðingum millum Russland og Ukraina, segði russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov, tá hann leygardagin helt røðu á ST-aðalfundinum í New York.

– Evropa ger alt, sum tað kann, fyri at forða fyri teimum samráðingunum, sum umsitingin hjá Trump er áhugað í, segði hann sambært Ritzau.

Lavrov vísti m.a. á, at Evropa m.a. stuðlar Ukraina við vápnum, sum raka sivilfólk og undirstøðukervi. Hann segði eisini í røðu síni, at Russland fer at koma á mál í Ukraina uttan mkun til umstøðurnar.

– Málini við serligu hernaðaratgerðini (eitt heiti, sum Russland hevur brúkt um kríggið móti Ukraina, sum byrjaði í februar 2022, red.) fara vit at røkka, hóttanin móti trygdini hjá Russlandi verður burturbeind, og friðarliga lívið kemur aftur. Hetta fer at henda uttan mun til umstøðurnar, segði hann.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder