Innanlands

Innbrot í kjallara í Havn

Millum 20 og 30 fløskur av whiskey og rom eru stolnar.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-27 09:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eitt innbrot í miðbýnum í Havn.

Tað var í morgun, at ringt var til løgregluna um, at ein rúgva av rúsdrekka varð stolið úr einum ólæstum kjallara í einum sethúsum í miðbýnum.

Talan er um millum 20 og 30 fløskur av rúsdrekka - whiskey og rom, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Innbrotið er hent einaferð í nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder