Amerikanski forsetin, Donald Trump lovar enn einaferð, at allir vaksnir amerikanarar fáa 5.000 dollarar útgoldið, um Republikanarar vinna bæði Senatið og Umboðsmannatingið á miðskeiðsvalinum 3. november.
Tað var fyrr í hesum mánaðinum, at Trump á floksfundi hjá Republikanarum í Texas kom við lyftinum um 5.000 dollarar, sum svarar til góðar 32.000 krónur. Í nátt endurtók hann tað á Truth Social.
Einasta treytin, Trump hevði, var, at peningurin skal brúkast í USA.
Les eisini: Trump lovar 5.000 dollara til hvønn borgara aftur fyri valsigur
Fleiri miðlar hava skrivað, sambært Ritzau, at tað er ógreitt, hvussu fólk skulu fáa peningin útgoldnan, og um slíkt útgjald yvirhøvur er lógligt.
Á miðskeiðsvalinum skulu allir limirnir í Umboðsmannatinginum veljast og ein triðingur av limunum í Senatinum.
Valluttøkan á miðskeiðsvalinum plagar at vera lægri enn á forsetavalinum.
Ein veljarakanning hjá Ipsos vísir, at 42 prosent av teimum spurdu, sum søgdu seg vera Demokratar søgdu, at tey gleða seg til at fara á val, meðan bert 28 prosent av Republikanarunum søgdu tað sama.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald