Innanlands

Løgreglan ávarar aftur um svikarar

Um onkur ringir og sigur seg vera frá Nets, so er tað lygn, sigur løgreglan.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-27 13:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan ávarar aftur nú um svikarar, sum royna at lokka persónsupplýsingar og pengar frá føroyingum.

Hesa ferð sigur løgreglan seg hava fingið nakrar fráboðanir seinastu vikuna um svikarar, sum ringja til fólk og siga seg vera frá Nets.

Talan er um svikarar - bæði menn og kvinnur - sum ringja við donskum nummari og tosa flótandi danskt.

Ringt hevur verið við ymiskum telefonnumrum, men eitt nummar, sum løgreglan upplýsir er, +45 22 13 72 79.

Svikararnir greiða frá, at smærri flytingar eru gjørdar við kortinum hjá brúkaranum, sum skulu endurrindast. Svikararnir biðja um kortupplýsingar og login á Vangan fyri at fáa upphæddirnar endurgoldnar. Men tað, sum hendur í staðin er, at pengarnir hjá fólki verða fluttir av kontuni.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan hevur fingið eina fráboðan frá einum persóni, sum hevur fingið tømt sína nýtslukonto, og sum hevur sett seg í samband við Nets at royna at fáa pengar sínar aftur. Hann heitir tí á fólk um ikki at geva víðari kortupplýsingar, um tey verða uppringd.

Nets ringir ongantíð til fólk á henda hátt, leggur hann afturat.

Dagførd kl. 14.40

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder