Arbeiðið við at lýsa, hvussu eitt aldursmark á sosialar miðlar kann setast í verk í Føroyum, er farið í gongd. Tað sigur Bárður á Lakjuni, landssstýrismaður í mentamálum í svari til fyrispurning frá Magna Højgaard, tingmanni úr Sambandsflokkinum.
Landsstýrismaðurin sigur, at ein tvørgeiraligur arbeiðsbólkur við umboðum úr fleiri aðalráðum arbeiðir við málinum.
Arbeiðsbólkurin skal m.a. lýsa føroysku støðuna, viðkomandi gransking og vitan, royndir og lóggávu í øðrum londum, tøkniligar og løgfrøðiligar møguleikar og avbjóðingar, umframt fyrimunir og vansar við ymiskum átøkum, eitt nú einum aldursmarki.
Arbeiðsbólkurin hevur higartil havt tveir innleiðandi fakligar hoyringarfundir.
Á fyrra fundinum luttóku serkøn umboð fyri Talgildu Føroyar, Undirvísingarstýrið, Nám og Námsvísindadeildina, og á seinna fundinum luttóku umboð fyri SSP og fakfólk við serligari vitan um børn, ung og sosialar miðlar.
Næsta stigið er ein breið hoyringartilgongd, har ætlanin er at hoyra myndugleikar, granskarar og fakfólk, skúlar, heilsu-og sosiala økið, barna-og ungdómsfelagsskapir og aðrar viðkomandi partar, sigur Bárður á Lakjuni.
Endamálið er at fáa eitt so breitt og væl lýst grundarlag sum gjørligt, áðrenn endalig tilmæli verða gjørd um, hvussu eitt aldursmark kann setast í verk, og hvørji onnur átøk kunnu vera neyðug samstundis, sigur hann.
Lagt verður afturat, at Mentamálaráðnum eisini arbeiðir við ætlanini um at avmarka snildtelefonir enn meira í fólkaskúlanum.
Endalig støða er ikki tikin til, hvørjir einstakir miðlar skulu fevnast av einum aldursmarki. Arbeitt verður m.a. við at fáa greiðu á, hvat skal skiljast sum ein sosialur miðil, og tað er ikki heilt einfalt, sigur landsstýrismaðurin.
Seinasta árið er hava fleiri lond sett aldursmark á sosialar miðlar ella boðað frá ætlanum um at gera tað, og í samgonguskjalinum hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum stendur m.a., at eitt aldursmark á 15 ár skal setast á sosialar miðlar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald