Magdalena Andersson, forkvinna í svenska flokkinum Socialdemokraterna gevst við royndini at skipa stjórn.
Eftir at reyðgrøni vongurin fekk tepran meiriluta á svenska tjóðartingsvalinum fyrr í hesum mánaðinum, fekk fyrrverandi svenski forsætisráðharrin aftur møguleika at royna at skipa stjórn, men royndirnar hava ikki borið á mál.
– Tað finst í løtuni eingin møguleiki fyri, at eg kann skipa eina stjórn, sigur Andersson sambært Ritzau.
Á valinum í Svøríki 13. september fekk reyðgrøni vongurin 176 umboð í svenska Riksdagen, meðan borgarligi vongurin fekk 173 umboð.
Socialdemokraterna gjørdist størsti flokkur við 28 prosent av atkvøðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald