Aleksandar Vucic er farin frá sum forseti í Serbia.
– Hetta er síðsta kvøldið hjá mær í hesum bygninginum, segði hann í røðu av forsetaborgini í serbiska høvuðsstaðnum, beograd sunnukvøldið.
Sostatt fer Vucic, sum er í holt við seinna fimáraskeið sítt sum forseti, úr embætinum áðrenn tíð.
Líkt er til, at hann fer at royna at gerast forsætisráðharri í staðin. Fyrr í mánaðinum varð hann nevniliga tilnevndur forsætisráðharravalevni hjá flokki sínum, Srpska napredna stranka, Serbia Progressivi Flokkur.
Vucic hevur verið forseti síðan mai 2017, og áðrenn tað hevði hann verið forsætisráðharri síðan 2014. Vinnur flokkur hansara komandi tjóðartingsvalið, kann hann aftur gerast forsætisráðharri, skrivar Ritzau.
Hann boðaði longu í juni frá, at hann ætlaði at leggja frá sær í úrtíð, og áðrenn hann varð tilnevndur sum forsætisráðharravalevni, hevði hann sent tingið til hús og boðað frá, at val skuldi vera 25. oktober.
Sambært Reuters fer fráfarandi forkvinnan í serbiska tjóðartinginum at vera virkandi forseti, til ein nýggjur er funnin. Forsetaval skal vera innan 90 dagar, og verður fyrsta avlumfar í desember.
Tjóðartingsval og forsetaval átti annars ikki at verið fyrr enn í 2027.
Seinastu ár hevur verið skipað fyri umfatandi mótmælum móti stjórnini hjá Vucic. Mótmælini byrjaðu, eftir eitt hálvtak av betongi datt niður á nýumvældu tokstøðini í býnum Novi Sad í november 2024.
16 fólk lótu lív, meðan fleiri hundrað onnur vórðu særd í vanlukkuni.
Mótmælisfólkini gevur stjórnini skyldina. Tey vilja m.a. vera við, at ikki øll fíggingin, sum varð játtað til umvælingina, varð brúkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald