Kringvarp Føroya hevur í vár og summar gjørt fleiri upptøkur, sum í hesum døgum verða kliptar til og gjørdar klárar til sendingar at vísa í sjónvarpinum.
Fyrsta sending, sum fer av bakkastokki um góðar tvær vikur, eitur "Leivur vil liva" og snýr seg um ein mann, sum ger eina roynd at koma burtur úr sínum misbrúki.
Eitt kringvarpslið hevur eisini fylgt Beini Johannessen og poltisku telvingini dagarnar eftir løgtingsvalið í vár og fram til apríl, tá samgonga varð skipað.
Kokkarí og ferð til Tjernobyl
Eitt annað kringvarpslið hevur fylgt kokkinum Poul Andrias Ziska vikurnar, tá hann stríddist við at gera nýggju matstovuna PAZ klára og fram til kvøldið, tá Michelin-stjørnurnar vórðu handaðar.
Eitt triðja kringvarpslið fylgdi fyri nøkrum árum síðani tónaskaldinum Sunnleifi Rasmussen til Tjernobyl í sambandi við eina tónleikaverkætlan. Tað er eisini blivið til eina sending, sum verður send í sjónvarpinum í heyst.
Mynd gjørd við hjálp av vitlíki
Klaksvík verður bumbað
Á vetrarskránni er eisini ein søguligur dokumentarur, har leitað verður aftur til seinna heimsbardaga, tá týsk bumbuflogfør í fleiri førum bumbaðu Klaksvík.
Ein onnur søgulig sending viðger virksemið í Sjónleikarhúsinum í Havn, sum fylti 100 ár í ár. Ein triðja søgulig sending fylgir umvælingini av Stokkastovuni í Tinganesi, har fleiri áhugaverdir lutir eru komnir undan kavi.
Petur Pólsson
Portrett av Silju Strøm og Peturi Pólson
Eitt portrett við listakvinnuni Silju Strøm er í næstum liðugt, og verður til eina sending, har vit fylgja henni í gerandisdegnum í Skotlandi og fram til eina listaframsýning í Norðurlandahúsinum í Havn.
Eitt annað portrett er um Petur Pólson, sum er mest kendur sum frontmaður í Clickhaze og yrkjari, men sum seinastu árini hevur stríðst við heilsuna.
Hoydalar koma aftur
Og so er tað væl umtókta sendirøðin Hoydalar, sum kemur aftur – hesa ferð við seks nýggjum spírum, sum tulka fimm nýggjar stjørnur.
Eisini er ein ferðavinnusendirøð í umbúna, umframt at ein sendirøð um íverksetarar tekur skap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald