Henda konsertin er meira enn ein konsert. Tá ið íslendski indie-popptónleikarin Benni Hemm Hemm og Kórinn fara á pall saman, flættast tónleikur, dansur og framførsla saman til okkurt, sum liggur millum konsert, palllist og koreograferaða rørslu.
Umleið 30 kvinnur við ymiskum bakgrundum mynda Kórinn. Onkrar eru tónleikarar, aðrar dansarar ella palllistafólk. Endamálið er ikki, at kórið skal vera perfekt og polerað. Tað skal vera livandi, persónligt og eitt sindur óútrokniligt.
Benni Hemm Hemm er kendur fyri at flyta seg frítt millum indie-popp, eksperimenterandi tónleik og stór, heldur óvanlig samstørv. Saman við koreografinum Ásrún Magnúsdóttir hevur hann gjørt hetta verkið, har tónleikurin fer í dialog við rørslu og framførslu. Kórið syngur og dansar gjøgnum tónleikaheimin hjá Benna Hemm Hemm, og gevur hansara løgum eitt nýtt, fysiskt úttrykk.
Kórinn varð sett á stovn í 2023 og framførir nú fyri fyrstu ferð uttan fyri Ísland.
Atgongumerki fáast til keyps á nlh.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald