Uttanlands

Svøríki: Andreas Norlén afturvaldur til formann í svenska tinginum

Andréas Norlén úr Moderaterna hevur verið tingformaður síðan 2018.

Andreas Norlén (Mynd: Jonas Ekstromer/TT/Ritzau Scanpix)

Andreas Norlén (Mynd: Jonas Ekstromer/TT/Ritzau Scanpix)

2026-09-28 15:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Andreas Norlén úr Moderaterna varð í dag afturvaldur til talman - formaður í svenska tjóðartinginum, Riksdagen, skrivar Ritzau.

Eftir valið fyrr í hesum mánaðinum, har Socialdemokraterna gjørdist størsti flokkur og reyðgrøni vongurin vann ein tepran meiriluta, varð væntað, at ein nýggjur formaður fór at verða valdur úr Socialdemokraterna, men sunnukvøldið boðaði Vänsterpartiet frá, at teir fóru at stuðla valevninum hjá Moderaterna.

Tað er fráboðanin hjá Vänsterpartiet, sum er orsøkin til, at Magdalena Andersson, forkvinna hjá Socialdemokraterna hevur givið upp at skipa stjórn. Hon boðaði í morgun frá, at hon ikki megnaði at skipa stjórn í løtuni.

Les eisini: Magdalena Andersson fær ikki skipað stjórn

Tað er formaðurin í tinginum, sum útnevnir nýggjan samráðingarleiðara, og nú Norlén varð afturvaldur til formann merkir tað, at uppgávan liggur hjá honum.

Lena Hallengren, tingbólkaforkvinna hjá Socialdemokraterna finst at avgerðini hjá Vänsterpartiet um at stuðla Norlén. Tað er at svíkja veljararnar, sum hava atkvøtt fyri broyting, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder