Innanlands

AMEG útgjaldi hækkar 180 krónur næsta ár

Útgjaldið úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum verður sostatt 6.830 krónur um mánaðin í 2027.

2026-09-28 18:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 180 krónum um mánaðin frá 1. januar 2027.

Tað svarar til eina hækking 2,7 prosent soleiðis at eftirlønin fer frá 6.650 krónum um mánaðin í 2026 til 6.830 krónum um mánaðin í 2027. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 81.960 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2027.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2025 vóru útgoldnar 728 milliónir krónur í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2026 er mett til 777 milliónir krónur og til 815 milliónir í 2027.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder