Stóra Starship rekettin, sum í gjár fyri fyrstu ferð varð skotin út í ringrás um jørðina, er fallin niður aftur í Kyrrahavið út fyri Kili, eftir at hava royndarflogið í tríggjar tímar.
Tað skrivar rúmdafyritøkan SpaceX, sum eigur rakettina, á sosiala miðlinum X.
Eftir ætlan skuldi rakettin flúgva kring jørðina seks ferðir.
Sambært BBC hevði hetta tikið tíggju tímar. SpaceX skrivar ikki, hví rakettin vendi aftur áðrenn ætlað, ella hvussu hon er bjargað.
Tað var staðfest longu tá rakettin varð skotin út frá útskjótingarstøðini hjá SpaceX í Texas, at hon hevði motortrupulleikar, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald