Innanlands

Í dag hava flest føðingardag í Føroyum

29. september kunnu heili 201 føroyingur halda føðingardag.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-09-29 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er 29. september, og tá hava flest føðingardag í Føroyum. Sambært Hagstovuni er talið á fólki, sum hava føðingardag í dag 201.

September er eisini tann mánaðurin, tá flest hava føðingardag.

Undanfarin ár hevur 26. september verið dagurin, tá flest hava havt føðingardag, men tann dagurin er nú á øðrum plássi. Tá hava 200 føroyingar føðingardag.

Tað eru serliga tey, sum eru 50 ár og eldri, sum hava føðingardag í september, men hjá teimum, sum eru yngri enn 50 ár, hava flest føðingardag 26. apríl.

Ikki óvæntað eru fæst fødd 29. februar, sum er leypár, og færri eru fødd um vikuskifti samanborið við gerandisdagar, skrivar Hagstovan á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder