Tá M/S Spitsbergen hjá norsku Hurtigruten um middagsleitið í dag fór av Havnini eftir stutta vitjan, við kós móti Lerwick í Hetlandi, gjørdist hetta eisini ársins seinasta farvæl til ferðafólkaskip í ár.
Spitsbergen kom á Havnina í gjárkvøldið eftir ein støðg út fyri Elduvík.
Tórshavnar havn skrivar í dag, at vitjanin var eitt sindur serlig. Tí hóast tað leingi var ætlanin, at Spitsbergen skuldi vera ársins seinasta ferðamannaskip, gjørdu ringu veðurlíkindini kring Ísland, at vitjanin varð avlýst fyri einari viku síðani. Men broytti skipið ferðaætlanina, og tískil kundi Spitsbergen seta punktum fyri árið – júst sum upprunaliga ætlað.
Spitsbergen er eitt sokallað rannsóknarskip (ekspeditiónsskip), sum er serliga bygt til ferðir í arktiskum økjum. Skipið er 100 metrar langt, og umborð eru 132 ferðandi. Spitsbergen hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir áður, og hevur eisini bókað vitjanir komandi árini, skrivar Tórshavnar havn.
Skipini hjá Hurtigruten eru millum tey fyrstu ferðamannaskipini sum vitja Tórshavn á hvørjum ári, og somuleiðis seta tey ofta punktum fyri árið síðst í september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald