Ein 61 ára gomul kvinna varð í dag dripin í einum kníválopi á einum skúla í slovakiska býnum Staskov.
Kvinnan var lærari á skúlanum, og persónurin, sum er undir illgruna fyri álopið er ein næmingur í 8. flokki.
Umframt at 61 ára gamli lærarin varð dripin, vórðu tvey onnur fólk - ein 44 ára gamal kvinnuligur lærari og ein næmingur á skúlanum - vórðu særd, boða slovakisku heilsumyndugleikarnir frá.
44 ára gamli lærarin, sum varð stungin í bringuna, flogin við tyrlu á sjúkrahúsið.
Hvar hin lærarin og næmingurin vórðu stungin framgongur ikki í fráboðanini hjá slovakisku heilsumyndugleikunum, men upplýst verður, sambært Ritzau, at støðan hjá næminginum, sum eisini varð flogin á sjúkrahúsið, er hættislig.
Motivið handan álopið er ógreitt, men eitt líknandi álop varð framt á einum øðrum skúla í Slovakia í januar í fjør. Tá leyp ein 18 ára gamal næmingur á ein lærara og tveir næmingar, og lærarin og eini næmingurin doyðu av løstunum.
Í 2020 varð ein lærari eisini dripin við knívi á einum slovakiskum skúla, og fleiri onnur vórðu særd. Hetta var, sambært AFP, fyrsta álopið á einum slovakiskum skúla í nýggjari tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald