Fyrrapartin varð fíggjarlógin fyri 2027 løgd fram í Løgtinginum og fyri almenninginum í Smæruni.
Myndir: Fíggjarlógin løgd fram
Umframt niðurlagdar sendistovur og sparingar á summum almennum stovnum, vísir fíggjarlógin eitt lítið yvirskot.
Sí eisini: Betra korini hjá ungum og eldri
Men hvat er í henni, og meira týðandi: Hvat merkja hesi tølini?
Hetta fara teir í fullmannaðu Stjórnini, Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen, at tosa um.
Sum vanligt verður Árni Gregersen vertur.
Um tíðin loyvir tí, verður eisini hugt eftir støðuni viðvíkjandi Merkinum á donskum herbúnum.
Til ber at lurta eftir Stjórnini á FM1 og stroyma á Portalinum frá klokkan 17.15.
U21-landsdystur er á skránni samstundis. Frásøginin Føroyar - Luksemborg verður harvið á Voxpop, sum eisini kann hoyrast á fm1.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald