Mentan

Danska húskið eftir kríggið

Mikudagin 7. oktobur sýnir Filmsfelagið triða filmin í røðini hjá Anders Refn um donsku krígsstøðuna – "De Forbandede år - Fredens pris".

2026-10-01 12:30 Author image
Innsent
placeholder

Árið er 1945 og kríggið er av. Danmark er frítt, men syndrað. Heima hjá Karl og Evu Skov er nógv broytt hesi árini. Hjúnarlagið ridlar og Eva ger av at fara frá manninum.

Uppgerðin og beiska stríðið móti Karl og teimum, ið arbeiddu saman við týsku nazistunum, stendur fyri framman. Aksel og viðhaldsmennirnir úr mótstøðurørsluni eru í villareiði, tá teir síggja, hvussu landið verður endurreist, uttan at dreymur teirra um eitt nýtt og betri Danmark tykist ganga út. Systkinini hjá Aksel, Valdemar, Helena og Britta, ið er einkjan eftir Knút, møtast og gróðurseta ein nýggjan familjudreym.

"De Forbandede år - Fredens pris", er triði og seinasti partur í filmsrøðini hjá Anders Refn, har hann lýsir djúpu sporini, sum kríggið gróv og setti í donsku søguni.

Ein hendingarík og nemandi søga um eina tjóð og eitt húski, sum eftir ræðuleikarnar vilja koma til sættis.

Filmsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder