Mentan

Sigmund Zachariassen við nýggjum staklagi

“(Good) Morning Glory” tekur støði í teimum fyrstu løtunum eftir, at tú ert vaknaður. Tá dagurin enn ikki ordiliga er byrjaður.

(Mynd: Gwenaël A. H. Carré)

(Mynd: Gwenaël A. H. Carré)

2026-10-01 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sigmund Zachariassen er aftur við lagnum “(Good) Morning Glory”, ið er fyrsta nýggja skeringin síðani 2022 og eisini fyrsti smakkinum av komandi útgávuni Sikzak.

– Sangurin tekur støði í teimum fyrstu løtunum eftir, at tú ert vaknaður. Tá dagurin enn ikki ordiliga er byrjaður. Ymiskir smálutir verða nevndir; luftin, saltið, vatnið, kettur og smádýr. Har er eitt droymandi huglag sanginum, greiðir Sigmund frá.

Hann syngur um ikki longur at vilja sova, um ljósið uttanfyri og til síðst um at fara upp og út at spæla.

“(Good) Morning Glory” er fyrsta ábending av ljóðheiminum á Sikzak. Tað er meira atmosferiskt, elektroniskt og eksperimenterandi enn fyrru soluútgávurnar hjá Sigmundi. Greiður íblástur er úr alternativum 90’ara tónleiki.

Mikael Blak hevur framleitt og spælir bass, og Benjamin Petersen hevur ljóðblandað og spælir gittar. Per Ingvald H. Petersen spælir trummur, og Fred Ruddick hevur meistrað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder